Innanlands

18 nýggj grundstykki á veg á Skála

Grundstykkini verða gjørd á Hórheiðum

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-01-09 19:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er drúgv tíð gingin, síðani Runavíkar kommuna ognaði sær jørðina suður frá verandi búseting á Hórheiðum á Skála. Ætlanin var tá at halda fram við at stykkja út beinanvegin. Ein kæra, av fornminnisorsøkum, seinkaði ætlanini í rúma tíð, men eftir at avvarandi myndugleikin ikki gekk kæruni á møti, var heitt á EM Ráðgeving í Saltangará, sum nú er vorðin partur av FORMO á Glyvrum, um at fara undir at tekna eina útstykking inn í hetta økið.

Í dag hava borgarstjórin og Tekniska deild hjá kommununi hildið fund saman við Magna Thomsen, byggifrøðingi, frá FORMO, um málið, har semja gjørdist um at halda fram við arbeiðinum út frá skitsuætlanini, sum nú fyriliggur. Væntandi verður neyvætlanin liðug um páskini – í seinra parti av apríl mánaði í ár – og tá verður arbeiðið at stykkja út boðið út.

Í fyrstu atløgu snýr ætlanin seg um 18 grundøkir, skrivar Runavíkar kommuna.

Sum samtykt á býráðsfundi í mai mánaði 2018 verður tað í sølutilgongdini roknað við útgrevstri, planering, gøtuljósum, kantsteinum, asfalteraðum vegum og felagsøkjum.

Meiri verður at frætta um útstykkingina, táið neyvætlingin er liðug og arbeiðið boðið út millum arbeiðstakarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder