2019-05-10 07:04
18 nýggj grundstykki verða í løtuni grivin út í Sørvág. Byrjað varð við útstykkingini á Middagsvarða mikumorgunin.
Í fyrstu syftu verður grivið út til 18 grundstykki. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í oktober 2019, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.
Støddin verður uml. 700 m2 á hvørjum grundstykki og prísurin verður 150,- pr. m2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald