
Nema kom út gjár út við appini 2 fyri 1, sum ger tað bíligari hjá telekundum at njóta ymisk tilboð kring landið.
Við appini ber til hjá einum telekunda hjá Nema at bjóða einum, sum hann er góður við ein túr í biograf, ein kaffimunn, ein súkklutúr ella ein lekkran bita.
- Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum, og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og okkara kæru, siga Bogi Jørgensen og Sasho Bjartsson, sum arbeiða á marknaðardeildini hjá Nema.
- Tí vilja vit í Nema bjóða telekundum hesa nýggja tænastuna við 2 fyri 1 appini, har tit kunnu steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, og bjóða onkrum okkurt gott, siga teir.
Appin fæst til iOS og til Android telefonir.
(Mynd: Nema)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald