Mentan

2. umfar av Sement verður í kvøld

Í kvøld fara Marianna Winter, Adrenaline, Streingirnir, Daniel, og Dania O. Tausen á pallin í Reinsarínum

Síðsta leygardag vóru tað Sway og RSP, sum spældu seg víðari til finaluna

Síðsta leygardag vóru tað Sway og RSP, sum spældu seg víðari til finaluna

2022-04-16 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 21 verður tað næsta av trimum innleiðandi umførum í tónleikakappingini Sement í Reinsarínum í Havn.

17 bólkar luttaka í kappingini í ár, og fimm teir fyrstu framførdu síðsta leygarkvøld. Tá komu bólkarnir Sway og RSP víðari til finaluna.

Í kvøld verða tað fimm nýggir bólkar, sum fara á pallin. Teir eru Marianna Winter, Adrenaline, Streingirnir, Daniel, og Dania O. Tausen.

Eftir dagsins umfar verður 3. innleiðandi umfarið 23. apríl, og síðani verður finalan 30. apríl.

Um bólkarnar, sum framføra í kvøld:

Marianna Winter

Marianna Winther Nagata er kend sum tann føroyska souldrotningin. Við síni lekkru og mjúku rødd megnar hon at smelta hjørtu í langar banar.

Hóast hennara unga aldur, so hevur hon verið aktiv á føroyska tónleikapallinum í nógv ár, og hevur hon kortsíðani útgivið sína fyrstu EP "Sorry I'm a Libra".

Á Sement verður tað lo-fi soul poppur, sum Marianna fer at borðreiða við.

Manningin er Marianna Winther Nagata (sang, synth og trummumaskinu), og Ragnar Finsson (gittar og sang).

Adrenaline

Talan er um nakrar ungar harrar úr Klaksvík, sum sum eru fullir í orku. Og er tað nakað, sum teir elska, so er tað at standa á einum palli. Tí um nakað far adrenalinið at pumpa í kroppinum, so er tað at vísa teirra tónleik fyri verðini.

Hóast teir eru ungir, so hava teir longu útgivið fýra løg, sum finnast á eitt nú Spotify. Tey eru "Bjarta", "Eg vil koyra skjótari", "My valentine", og "Stand up and fight"

Manningin er: Jónas Kallsberg Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Elttør (bass), Høgni Sørensen (trummur)

Streingirnir

Eru teir nevndir eru teir kendir: Magnus King og Jákup Eli.

Við einum eftirnavi beinleiðis úr Graceland, so er lítið at ivast í, hvør hetjan hjá Magnusi er. Og tað er eisini við Elvis í tonkunum, at Magnus og Jákup Eli fara at spýta bluestónar úr sínum gittarum. Hetta er rock n’ roll fyri allar pengarnar.

Manningin er Magnus Sørensen (gittar), og Jákup Eli Joensen (gittar)

Daniel

DANIEL er ein nýggjur popp bólkur, sum spælir løg hjá Hera Danielsen. Og teir hava eitt mantra, sum er EE: Erligt og ektað.

Teir, ið manna bólkin eru Heri Danielsen (sang), Benjamin Djurhuus (bass), Høgni Jógvansson (klaver), og Eyðtór á Dalbø Gregersen (trummur)

Dania O. Tausen

Dania O. Tausen er eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Ein sangari, sangskrivari og rithøvundur, sum elskar at úttrykkja seg við tí føroyska málinum.
Hon útgav sína fyrstu útgávu í 2021, men fer at spæla nøkur nýggj løg til Sement, sum hon ongantíð hevur spælt fyrr.

Tónleikurin hjá Daniu er lættur, spælandi, poetiskur og eksperimenterandi.

Manningin er Dania O. Tausen (sang), Benjamin Djurhuus (gittar), Elin Maria Hansen (bass), Vár Miðberg (trummur), og Ragnar Finsson (gittar og sang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder