Mentan

2. umfar av Sement verður leygarkvøldið

Átta nøvn trína á pallin - byrjað verður klokkan 20

Gówa vann Sement 2024 (Mynd: Gwenael Helmsdal Carré)

Gówa vann Sement 2024 (Mynd: Gwenael Helmsdal Carré)

2025-04-09 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar av Sement var á skránni síðsta vikuskifti, og leygarkvøldið 12. apríl verður Reinsaríið aftur fylt við nýggjum tónleiki, livandi framførslum og pulserandi stemningi

- Hetta er løtan, har vit uppliva roynd og óroynd, har felagsnevnarin er nýggjur og spennandi tónleikur, ið ikki er útgivin, skriva fyriskipararnir.

Annað umfar av Sement verður skotið í gongd leygarkvøldið 12. apríl klokkan 20. Tað eru átta nøvn, sum syrgja fyri tónleikinum; Magnus King, Bolstad, Ronja, Rúna Vang Kjærbo,Nafro, Julian Slick, SPÓK og Sigmunda.

Sement er ofta ein smakkiroynd av, hvat framtíðin í føroyskum tónleiki hevur at bjóða.

2. umfar byrjar leygarkvøldið 12. apríl klokkan 20 á Reinsarínum. Nakað seinni verður greitt, hvørji koma í stóru finaluna.

Atgongumerkir fáast á torsgota.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder