2026-03-27 09:15
1. mars hevði Dávur Emil Hansen 20 ára starvsdag hjá Sunda kommunu.
Til hátíðarhaldi vóru familja og starvsfelagar boðin til kaffi og køku í messuni í Hvalvík, skrivar kommunan.
– Dávur Emil Hansen byrjaði sum umsjónarfólk hjá Sunda kommunu 1. mars 2005, og kunnu vit ikki annað enn kenna okkum heppin, at hava havt hann øll hesi árini. Dávur Emil er sera arbeiðssamur, álítandi, fyrikomandi og vinarligur. Dávur Emil er komin á pensjónsaldur, men hevur hann sjálvur ynskt at hildið á fram at arbeiða eina tíð afturat.
Til hátíðarhaldið segði Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í kommununi, nøkur orð og gav Dávur Emil blómutyssi, gávu og minnimerkið frá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald