Innanlands

20 fólk deyð av spreinging í Bogota

Illgruni um, at ELN yvirgangsfelagsskapurin stendur aftanfyri

Tey syrgja tey, sum doyðu í bumbuspreingingini (Mynd: EPA)

Tey syrgja tey, sum doyðu í bumbuspreingingini (Mynd: EPA)

2019-01-18 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein lastvognur við spreingievni sprongdist í gjár á einum politiskúla í kolumbiska høvuðsstaðnum Bogota.

20 fólk lótu lív og 68 fingu skaða upplýsir løgreglan í Kolumbia í dag, sambært AFP-tíðindastovuni. Gerningsmaðurin er millum tey deyðu.

Álopið er tað ringasta av sínum slag í Bogota í 16 ár. Forsetin í Kolumbia, Ivan Duque, kallar hendingina fyri eina ”vitleysa yvirgangsatsókn” hevur hevur lýst landasorg í tríggjar dagar.

Eygnavitni siga, at tey hoyrdu eina ógvusliga spreinging, sum knústi rútar í fleiri bygningum nærhendis. Gernings

Gerningsmaðurin er eyðmerktur, men tað er enn óvist um hann gjørdi hetta av egnum vilja, ella um hann er knýttur onkrum bólki, skrivar Danmarks Radio.

Illgruni er um, at tað er uppreistrarfelagsskapurin ELN, sum seinastu tíðina hevur hert stríð sítt móti løgregluni, sum stendur aftanfyri.

Í nógv ár hava borgararnirí Bogota liva í ótta fyri at verða rakt av bumbuálopum. Bæði uppreistrarbólkar og narkokartell hava nýliga framt yvirgangsatsóknir í høvuðsstaðnum.

Seinastu árini er trygdin tó batnað munandi og álopini eru eisini fækkað eftir eina friðaravtalu við størsta uppreistrarfelagsskapin, Farc, sum legði vápnini í 2016, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder