Uttanlands

20 fólk deyð í flogvanlukku í Sveis

Øll fólkini umborð á flogfarinum, ið datt niður í alpunum í gjár, hava latið lív

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-08-05 13:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll 20 fólkini í flogfarinum, sum datt niður í sveisisku alpunum í gjár hava latið lív.

Tað boðar løgreglan í Sveis nú frá, sambært DR.

Talan var um týskt hernaðarflogfar av slagnum JU52 HB-HOT, ið varð bygt í 1939. Flogfarið hevur verið brúkt til turistflúgving í sveisisku alpunum.

Í flogfarinum var pláss fyri 17 ferðafólkum, tveimum flogskiparum og einum flogtænastufólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder