Í løtuni eru tveir flokkar av tilflytarum á Kvøldskúlanum í Tórshavn, sum læra “Føroyskt sum annaðmál”. Talan er um tveir flokkar, sum fáa váttan fyri at hava lokið framhaldsskeið, sum byggir á grundskeið, sum var síðsta heyst, skrivar Tórshavnar kommuna.
Átta næmingar eru í fyrsta flokki, hetta eru næmingar, sum onga útbúgving hava og/ella ikki kenna latínska alfabetið. Lærari er Alina Jespersen.
Í øðrum flokki eru tólv næmingar, sum hava nakað av skúla og/ella handverksliga útbúgving - og næmingar, sum hava miðal langa og langa útbúgving. Lærari er Bergljót av Skarði.
Myndin av ovurfegnu næmingunum varð tikin í morgun, tá tey fóru til roynd. Kvøldskúlin metir, at skeiðið svarar til A1 støði í CEFR skipanini.
Innanlands
20 næmingar til próvroynd í føroyskum sum annaðmál
Tórshavnar kommuna bjóðar tilflytarum undirvísing í føroyskum
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-03-21 11:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald