Uttanlands

200 fólk úr tjóðarhirðuni í Kalifornia send til Portland

Ein samveldisdómari forðaði um vikuskiftið fyri, at fólk úr tjóðarhirðuni í statinum Oregon kundu sendast til Portland – Grungevingin hjá amerikanska forsetanum er, at herfólkini skulu verja almennar bygningar og hentleikar

Fólk úr tjóðarhirðuni í Kalifornia undir einum mótmæli móti immigratiónspolitikkinum hjá Trump í juni (Mynd: EPA)

Fólk úr tjóðarhirðuni í Kalifornia undir einum mótmæli móti immigratiónspolitikkinum hjá Trump í juni (Mynd: EPA)

2025-10-06 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska verjumálaráðið boðar frá, at umleið 200 herfólk úr tjóðarhirðuni í amerikanska statinum Kalifornia verða flutt úr Los Angeles til býin Portland í statinum Orgegon.

Hendan fráboðanin kemur eftir boðum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, eftir at ein samveldisdómari um vikuskiftið forðaði fyri, at herfólk úr tjóðarhirðuni í Oregon kundu sendast til Portland.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sagt, at herfólkini skulu verja almennar bygningar og hentleikar móti sonevndum innlendskum yvirgangsfólki.

Sunnudagin varð boðað frá, at umleið 100 herfólk úr Kalifornia eru komin til Oregon, skrivar Ritzau.

Tina Kotek, demokratiski guvernørur í Oregon sigur, at avgerðin um at senda herfólk úr Kalifornia til Oregon er ein tilvitað roynd at fara uttanum avgerðina hjá samveldisdómaranum.

– Tað er ikki tørvur á hernaðarligari uppílegging í Oregon. Tað er eingin ófriður í Portland. Har er eingin hóttan móti trygdini. Oregon er heim okkara ikki eitt hernaðarligt mál, skrivar hon í fráboðan.

Seinastu tíðina hevur Trump givið boð um at senda tjóðarhirðuna til fleiri amerikanskar stórbýir, sum hava demokratiska leiðslu.

Í juni varð tjóðarhirðan send at handfara mótmæli í Los Angeles í Kalifornia, og í august vórðu 800 herfólk úr tjóðarhirðuni sendir til høvuðsstaðin Washington D.C. Herfyri gav Trump eisini boð um at senda tjóðarhirðuna til Chicago. Trump hevur eisini hótt við at senda tjóðarhirðuna til New York City og Memphis.

JB Pritzker, demokratiski guvernørurin í statinum Illinois, har Chicago er størsti býur, skrivar á sosiala miðilin X, at Trump hevur givið boð um at senda 400 herfólk úr tjóðarhirðuni í statinum Texas til Illinois, Oregon og onnur støð.

Hann sigur, at eingi embætisfólk úr amerikonsku umsitingini hava givið honum beinleiðis boð um hetta, og heitir hann á republikanska guvernørin í Texas um ikki at stuðla hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder