Innanlands

200 milliónir til koronu

Løgmaður upplýsti í tinginum í desember, at vit fíggjarliga eru sloppin væl við koronu samanborið við Danmark. Men vit hava í fleiri vikur brúkt umleið hálva millión um dagin at hópkanna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-14 06:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrradagin vóru yvir sjey prosent av fólkatalinum potað og kannað fyri koronu. Tað munnu vera fá lond sum kunnu vísa á tað, men onkursvegna skal gildið rindast.

Tí tað kostar. Tað kostar nógv. Sjúkrahúsverkið upplýsti í vikuni fyri Portalinum, at vit í hesum døgum í miðal brúka umleið 550.000 krónur um dagin uppá koronukanningar. Sostatt hava vit bara hesar seinastu sjey dagarnar brúkt 3,8 milliónir krónur til koronukanningar. At hópkanna er ikki nakað vit júst eru byrjað uppá, tí í grundini hava vit síðani oktober gjørt sera nógvar kanningar um dagin.

Hetta svíður hjá landskassanum, og tað fekk fíggjarnevndina í løgtinginum tann 25. november at harta landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, og nevndin heitti á hann, at skipa soleiðis fyri, at ein greið vegleiðing verður gjørd um, nær tað er neyðugt at kanna seg. 

Ikki fyrr enn 7. desember kom landsstýrismaðurin við vegleiðing til fókið um nær PCR-kanning skuldi gerast og nær ein skundkanning var nokk.

Hetta hevur tó ikki verið við til at minka um talið á testum. Hinvegin kom eitt nýtt frábrigdi av covid-19, sum smittar meira enn undanfarna, og fólk lata seg kanna sum ongantíð áður. Tilburðir verða eisini staðfestir sum ongantíð áður.

Í løgtinginum fyri jól, helt løgmaður fyri, at vit eru komin væl ígjøgnum hetta - eisini fíggjarliga.

- Hetta eru nógvir pengar, men alternativi at stongja samfelagið niður er munandi dýrari. Um eg skal gera samanbering, so las eg eina grein sum upplýsti at í Danmark hevði man brúkt 80 millardir uppá kanningar og aðrar fyriskipanir fyri at halda koronusmittuni niðri. Uttan hjálparpakkar. Umrokna vit tað til føroysk viðurskifti, er tað 800 milliónir krónur.

- Men vit hava í heilsuverkinum til kanningar og annað brúkt umleið 160 milliónir krónur higartil og ætlanin er at játta 40 milliónir á fíggjarlógini fyri 2022. Altso 200 milliónir krónur samanlagt, upplýsti løgmaður Bárður á Steig Nielsen í tinginum tann 16. desember 2021, tá eykajáttanarlóg var til viðgerðar. Ein eykajáttan, sum gav heilsuverkinum og farsóttarnevndini tíggju milliónir afturat til kanningar árið út. 

- So eg haldi vit eru sanniliga sloppin væl í Føroyum, segði løgmaður.

Greitt er tó, at skulu vit kanna fyri hálva millión um dagin alt hetta árið, so mugu 200 milliónir setast av til koronukanningar í 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder