Nógvi vindurin í nátt og í morgun hevur elvt til nakrar skaðar, og higartil hevur løgreglan fingið 21 fráboðanir um stormskaðar, uplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Talan hevur sum heild verið um smærri skaðar. Tað mest álvarsliga var, at Christian í Grótinum, sum var við bryggju í Klaksvík var við at slíta seg leysan, og varð bjargingarbáturin Ziska boðsendur at hjálpa.
Annars vóru fráboðanir um takplátur og annað, sum var farið í vindinum.
Undan storminum var m.a. heitt á valevni um at tryggja valplakatirnar ella at taka tær niður, og nógvar plakatir vórðu tiknar niður, áðrenn illveðrið rakti. Løgreglan fekk tó tríggjar fráboðanir um plakatir, sum vóru farnar á flog ella høvdu fingið skaða. Tær fráboðanirnar komu úr Havn og Gøtu.
Annars eru fráboðanir serliga komnar úr norðurøkinum, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald