Innanlands

21 hava søkt stjórastarvið hjá Vørn

Fýra kvinnur og 17 menn ynskja at avloysa Elmar Højgaard, ið fer frá fyri aldur

2020-01-06 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einum mánaði siðani gjørdist greitt, at Elmar Højgaard fer at gevast í starvinum sum stjóri hjá Vørn. Hann gjørdist stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum í 1997, og forstjóri á Vørn í 2013, tá Fiskiveeiðueftirlitið legði saman við Tilbúgvingarstovninum og MRCC/Tórshavn Radio .

Fríggjadagin var umsóknafreistin út, og Kringvarpið veit í dag at siga, at 21 fólk hava søkt stjórastarvið. Talan er um 17 menn og fýra kvinnur 

Elmar Højgaard er 70 ára gamal, og verður stjóri hjá Vørn, til nýggi stjórin tekur við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder