Innanlands

21 hval løgdu beinini í Fuglafirði

Drápið var liðugt eftir fýra minuttum

2019-06-04 14:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein lítil grind legði beinini í Fuglafirði fyri løtu síðani. Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at 21 hval løgdu beinini og at drápið var liðugt eftir fýra minuttum.

Nú verður farið at sleipa hvalirnar á keiina, har hon veðrur býtt millum tey sum hava luttikið.

Enn er ikki heilt greitt nær seðlarnir koma út, men av tí at grindin var so lítil verður tað neyvan leingi at bíða, sigur sýslumaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder