
Í gjár, 30. desember, vórðu 216 nýggir koronutilburðir staðfestir.
Hetta er hægsta smittutal fyri eitt samdøgur nakrantíð og fjórði dagurin á rað við trýsiffraðum smittutalið.
Tað at tølini fóru at hækka eftir jól, og nú talan so at siga bert er um omikron-frábrigdi, var væntað. Tað sum er jaligt við tølunum er, at tað ikki eru nógv innløgd, í mun til hvussu nógv eru smittað. 725 fólk eru nú smittað - tað hægsta nakrantíð - Trý fólk, eitt fleiri enn í gjár, eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu. Hetta er við til stuðla undir, at omikron-frábrigdi fyribils mest gevur milda sjúkragongd hjá teimum allarflestu.
Høgu smittutølini nú geva eisini nógvum nátúrligt órin, sum sambært flestu kanningunum verjir í minsta lagi líka væl móti smittu sum koppsetingarnar, og helst betri yvir longri tíð - tó er tað framvegis ivasamt, hvussu er við hesum, í mun til Omikron.Støða skal skjótt takast til ferðsluljósskipanina og koronupassið - heilsuverkið og aðrir av mest umráðandi stovnunum skulu verjast væl móti Omikron, segði fútin millum annað í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Á tíðindafundinum í dag segði løgmaður, at helst fara øll í Føroyum fyrr ella seinni at verða smittað við Omikron-frábrigdinum. Tað snýr seg um, at royna at fáa toygt tað so, at ikki ov nógv eru smittað samstundis, segði Bárður á Steig Nielsen, ið ikki kom við fleiri tilmælunum enn tað, at tað helst ikki skulu savnast meira enn tíggju fólk til at halda nýggjár saman - í hvussu er ikki, um tað er saman við øðrum enn ein dagliga er saman við.
Les eisini: Yvir 200 nýggir tilburðir
3078 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Harvið er positivprosenti fyri í gjár sjey prosent.
Í løtuni eru 725 smittað, trý eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum, upplýsir korona.fo. 23. november varð eitt deyðsfall í sambandi við koronu staðfest. Tað var nummar 13 av sínum slag í Føroyum - greitt er ikki, nær ein persónur afturat er deyður við koronu, men hetta er fyrstu ferð í eina tíð, at tal av deyðum er við í yvirlitinum fyri ein dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald