Innanlands

Náturligt órin verjir betri fyri koronu enn koppseting í sær sjálvum

Hetta vísur ein nýggj ritmynd, sum SSI hevur gjørt við donskum tølum. Heilsustýrið vísti annars á nakað annað í síðsta mánaða, tá kunngjørt var, at longdin á koronupassinum fyri tey, ið áður hava verið smittað, og sum ikki eru koppsett skuldi niður

Heilsumálaráðið og heilsustýrið hava víst á, at tey vita, at nátúrliga verjan er verri enn koppsetingin. Nýggj tøl vísa tó, at saman eru tey sterkast, og um hugt verður hvør sær, so hava tey, sum

Heilsumálaráðið og heilsustýrið hava víst á, at tey vita, at nátúrliga verjan er verri enn koppsetingin. Nýggj tøl vísa tó, at saman eru tey sterkast, og um hugt verður hvør sær, so hava tey, sum "bara hava verið smittað við koronu" sterkari órin yvir longri tíð (Mynd: EPA)

2021-12-15 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vita, at verjan ikki er eins góð fyri tey, sum áður hava verið smittað - í mun til tey koppsettu. Tað er okkara grundgeving fyri at seta markið niður. 

Hetta segði varastjórin í Sundhedsstyrelsen (danska heilsustýrinum), Helene Probst, við Berlingske fyri einum mánaða síðani, sum ein útgreinandi viðmerking til tað, sum lagt varð fram á tíðindafundi 8. november. 

Upplýst varð tá tá, at koronupassið hjá teimum, sum hava havt koronusmittu, men sum ikki eru koppsett, skuldi ikki longur vera galdandi í eitt ár men seks mánaðir. Á nevnda tíðindafundi varð ikki komið nærri inn á avgerðina, men varastjórin í Heilsustýrinum segði við Berlingske, at nýggj vitan um munin var ein av høvuðsorsøkunum, og víst varð til eitt notat, sum var á veg.

Hetta kom út 30. november, sambært Berlingske, men í teimum níggju síðunum er ógvuliga lítið - um einki - ið veruliga stuðlar undir hesum útsagnunum og hetta hevur millum annað Allan Randrup Thomsen, professari í virologi við Københavns Universitet, sagt við miðilin. Hann vísur eisini á, at Heilsustýrið hevur lagt ov nógvan dent á nakrar serstarkar kanningar og á sjálvt andevni móti Covid-19 og ikki immunverjuna sum heild. Hetta hevur eisini givið nøkur villeiðandi úrslit í ymsum kanningum.

Í notatinum verður komið inn á kanningar úr ymsum londum, men tær flestu vísa á, at órinið í høvuðsheitinum er sterkt, eftir at ein hevur verið smittaður við covid-19. Komið verður inná, at í nøkrum førum kann ikki vísast á órin eftir smittu - hetta kann millum annað vera hjá fólki - ið hava verið lítið rakt av smittuni. Samlaða myndin er, at órinið er gott og sterkt fyrstu tíðina eftir bæði koppseting og smittu, men at tað minkar í báðum førum. Faktorarar sum aldur og aðrar sjúkur kunnu spæla inn, í mun til hetta. Einki stóð beinleiðis um, hví tað varð viðmælt at skera longdina á koronupassinum hjá summum niður í helvt - tað varð sambært Berlingske tikið úr, havið var einki vísindaligt grundarlag var.

Hinvegin vísur nýggja ritmyndin (grafurin) hjá Statens Serum Institut niðanfyri, ið er bygd á fesk tøl í Danmark, at tað er stórur munur á, hvussu sterkt órinið er í ymsu førunum. Um ein hevur havt smittu og eg koppsettur, so er verjan sterkast. Íhvussu er fram eitt hálvt ár og eitt sindur meira enn tað - tað er ikki tøl uppá longri tíðarskeið enn, tí tað eru lutfalsliga fá, ið hava verið koppsett longri enn tað í Danmark, sum eisini hava havt smittu.

[object Object]

Mynd: SSI - Berlingske

Greiði munurin sæst, tá farið verður uppum tríggjar mánaðir, og komið er uppá eitt hálvt ár eftir, har verjan hjá koppsettum í miðal liggur á beint yvir 40 prosentum, meðan hon hjá smittaðum, ið ikki eru koppsett, er yvir 80. Munurin gerst størri, longur tíðin gongur, tí hjá "bara-koppsettum" fer talið rímiliga skjótt niðureftir, men tað sama ikki er galdandi sum hjá "bara-smittaðum"

Fyrivarni skal takast við kanningini, tí tølini eru so nýggj, fólk hava ikki verið  koppsett so leingi - og har eru tað eisini nógv eldri og útsett fólk, ið er umboðaði í tí bólkinum. Allan Randrup Thomsen sigur eisini við Berlingske, at tað ikki er vist, at hesir bólkarnir kunnu samanlíknast so beinleiðis ein til ein. Professarin sigur tó eisini, at tá munurin er so stórur, so torir hann í øllum førum at staðfesta, at nátúrlig smitta í øllum førum ikki gevur verri verju enn koppseting, ið heilsustýrið í Danmark annars hevur víst á. Hetta merkir, at um ein hevur verið smittaður, so er tað júst tað ein góð verja fyri at verða smittaður aftur - ein verja ið er sterkari saman við koppseting í øllum førum hálvt ár, men sum er veikari hjá persóni, sum ikki hevur verið smittaður; sjálvt um viðkomandi er koppsettur.

Heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke skrivaði sunnudagin, í svari uppá fyrispurning frá farsóttarnevndini í Fólkatinginum um hvar vísindaliga grundarlagið var viðvíkjandi avgerini um koronupassið. 

- . Det sker bl.a. på grund af nyere viden om vigende immunitet sammenlignet med vaccination.

Hetta stóð í grundgevingini á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Hetta vísti Heunicke eisini til í svarinum - ta omanfyrinevnda notati, ið ikki kundi staðfesta uppáhaldi. Fyri viku síðani kom danska Heilsumálaráðið við boðum um, at koronupassið nú er galdandi í sjey mánaðir eftir seinna prik, fyri øll ið eru yvir 18. Hetta orskaða av fallandi órini fyri allar aldursbólkar yvir tíð. Mælt varð til endurkoppseting - triðja prik - eitt hálvt ár eftir koppseting nummar tvey.

Hetta er eisini galdandi í Føroyum, har tað nú eisini er møguleiki fyri at koppseta børn millum fimm og ellivu ár. Hetta verður ikki fyrst og fremst gjørt fyri at verja tey fyri smittu/sjúku, men so tey ikki verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrivum, sum verða gjørd fyri at steðga smittuútbreiðsluni, boðaði føroyska Heilsumálaráðið frá í gjár. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder