Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti og tikið nummarplátur av bilum, sum ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald.
Í nátt hevur løgreglan klipt nummarplátur av tilsamans 22 bilum í høvuðsstaðarøkinum og í Eysturoynni.
Í farnu viku fekk løgreglan 799 mál um bileigarar, sum enn ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2026. Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldið veg- og umhvørvisgjald, verða nummarpláturnar tiknar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn metir, at umleið 200 sett av nummarplátum eru tikin seinastu dagarnar.
– Tað hevði hjálpt, um fólk fingu skil á síni viðurskifti, so tey verði tikin av listanum hjá Akstovuni, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald