Sjóvar Kommuna og Mekon Sp/f hava gjørt avtalu um, at Mekon keypir tvey íbúðarøkir á Strondum.
Hesum boðar Sjóvar kommuna frá í dag.
Mekon skal eftir ætlan byggja 22 íbúðir, sum verða bygdar í nýggju útstykkingini úti við Hálsatjørn og Nónvarða.
Hendan staðsetingin er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum og fleiri nýggj hús eru komin har, og fleiri eru ávegis.
(Mynd: Sjóvar kommuna)
Verkætlanin umfatar tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.
Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.
Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina, sigur Sjóvar kommuna.
Arbeiðið byrjar beinanvegin og verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á páskum 2025.
Artur Johansen, borgarstjóri, og Pól Jákup Poulsen, Mekon (Mynd: Sjóvar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald