2021-10-02 17:57

Í gjár vóru 22 nýggir tilburðir staðfestir.
Ein tilburður varð staðfestur dagin eftir komu til Føroya, og 12 tilburðir staðfestir við komu til Føroyar við skipi. Restin eru smittað í Føroyum, 6 tilburðir eru partar av kendum smittukeldum, og í 3 førum er smittukeldan ikki kend.
1570 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 123 smittað í Føroyum.
Í september vórðu íalt 187 tilburðir staðfestir, og av hesum vóru 160 smittað av kendum smittukeldum (86%). 17 smittað av ókendum smittukeldum (9%) og 10 smittað eftir komu til Føroya (5%).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald