2024-08-25 12:16
Í gjár vórðu 230 krígsfangar leyslatnir í fangabýti millum Russland og Ukraina - 115 úr hvørjum landi.
Tað vátta bæði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og russiska verjumálaráðið sambært Ritzau.
Tað eru Sameindu Arabisku Emiratini, sum hava staðið á odda fyri samráðingunum um fangabýtið.
Hetta er fyrsta fangabýtið millum Ukraina og Russland, síðan ukrainskar herdeildir fóru inn í Russland í august. Tó hava fleiri fangabýti verið millum londini undir krígnum.
Hetta er sjeynda fangabýtið millum Russland og Ukraina síðan 2022, sum Sameindu Arabisku Emiratini hava verið við til at gera avtalu um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald