Innanlands

24 bøtur skrivaðar í gjár

Løgreglan hevði eitt ferðsluátak á Glyvrum, har 150 bilar vórðu kannaðir og fingu bilførarar m.a. bót fyri ikki at vera í trygdarbelti og fyri ikki at hava koyrikortið uppiá sær

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-01-11 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsmorgunin hevði løgreglan eitt málrættað ferðsluátak á Glyvrum.

Eini 150 bilar vórðu steðgaðir, og vórðu 24 bøtur skrivaðar í hesum sambandi, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

12 bilførarar fingu bót fyri lyktafeilir, átta fingu bót fyri ikki at hava koyrikortið uppiá sær, tríggir fyri ikki at vera í trygdarbelti, og ein fekk bót fyri at hava døgg á bakrútinum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at har annars hevur verið stak friðarligt seinasta samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder