Uttanlands

2,4 tons av kokaini funnið á skipi í London

Rúsevnini, sum vórðu funnin fyrr í hesum mánaðinum, hava eitt virði á nærum 900 milliónir krónur

Rúsevnini vórðu funnin umborð á einum bingjuskipi, sum var komið til London úr Panama (Mynd: AP)

Rúsevnini vórðu funnin umborð á einum bingjuskipi, sum var komið til London úr Panama (Mynd: AP)

2025-06-29 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í hesum mánaðinum løgdu bretskir myndugleikar hald á 2,4 tons av kokaini, sum varð funnið umborð á einum bingjuskipi, sum kom til London úr Panama.

Talan er um ein av størstu nøgdunum av kokaini, sum bretskir myndugleikar hava lagt hald á seinastu árini, skrivar BBc.

Kokainið, sum varð funnið fyrr í hesum mánaðinum, hevði eitt virði á nærum 100 milliónir pund, sum svarar til góðar 873 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder