2023-01-29 11:32

9. januar vóru 25 ár síðan Magnus Svarthamar varð settur í starv hjá Kvívíkar kommunu.
Magnus hevur verið partur av arbeiðstoyminum hjá kommuni øll árini. Eftir 25 ár í hesum starvi, hevur Magnus eina stóra vitan á nærum øllum kommunalum viðurskiftum. Frá 2008 – 2012 varð Magnus eisini í bygdaráðunum. Í mai 2022 varð Magnus settur sum arbeiðsformaður hjá kommununi.
Dagurin er hátíðarhildin fríggjadagin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen segði nøkur orð og handaði Magnusi blómur og eina gávu.
Kvívíkar kommuna


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald