Uttanlands

25 lond krevja, at kríggið í Gaza støðgar

Kunnu ikki góðtaka, at fólk, ið leita sær neyðhjálp í Gaza verða dripin av ísraelskum herfólkum

Lík avmyndað á einum staði, har neyðhjálp verður býtt út í Gaza (Mynd: EPA)

Lík avmyndað á einum staði, har neyðhjálp verður býtt út í Gaza (Mynd: EPA)

2025-07-22 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uttanríkisráðharrarnir frá 25 londum krevja nú í eini felags áheitan, at kríggið í Gaza støðgar í stundini.

- Boðskapurin er einfaldur: Kríggið í Gaza skal støðga nú. Vit eru til treiðar at taka politisk stig til at stuðla eini vápnahvíld og friði fyri ísraelar, palestinar og alt økið annars, stendur í áheitanini.

Seinastu vikurnar eru fleiri hundrað palestinar dripnir av ísraelskum herfólkum í sambandi við at neyðhjálp er býtt út.

Tí havast 25 lond og ES nú at “ómenniskjaligu drápunum á sivilfólk”, sum royna at ‘nøkta teirra mest grundleggjandi tørv á mati og vatni”.

- Tað er skelkandi, at 800 fólk eru dripin, meðan tey royndu at fáa fatur á neyðhjálp. At ísrraelska stjórnin noktar at geva sivilfólkum lívsneyðuga humanitera hjálp, kann ikki góðtakast, stendur í áheitanini, sambært dr.dk.

Hesi londini hava skrivað undir áheitanina: Avstralia, Belgia, Kanada, Danmark, Estland Finnland, Frakland, Niðurlond, Ísland, Írland, Italia, Japan, Lettland, Litava, Luksemburg, New Zealand, Noreg, Poland, Portugal, Slovenia, Sveits, Spania, Svøríki, Stórabretland og Eysturríki.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder