Grøna valstríðið millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, sum seinasta samdøgrið hevur herjað á eitt nú lesarin.fo fekk í dag bein at ganga á í løgtingssalinum.
Hetta í sambandi við, at Jacob Vestergaard setti løgmanni, virkandi mentamálaráðharra, spurning um, hvussu nógv olja verður brend fyri at hita Glasir upp.
Løgmaður upplýsti, at í løtuni verður bert olja brúkt til at hita Glasir upp við, og í januar mánaði, vórðu brúktir 24.692 litrar.
Og hetta var loftað av fólkaflokstinglimum fyri at staðfesta, at núverandi samgonga, við Javnaðarflokkinum á odda, førir ein kolasvartan orkupolitikk, tí ikki ein einasti kilowatttími av grønari orku er komin afturat í hesum valskeiðinum, hóast flokkurin spjaldrar seg við at vera ein grønur flokkur.
25.000 litrar av olju um mánaðin – tað er øgiliga nógv fyri at hita ein skúla upp, helt Jacob Vestergaard. "Umframt kakao til næmingarnar, tá oljan ikki røkkur..."
Andstøðutinglimir høvdu hug at øtast yvir stóru mongdina av olju, sum verður brend. Er tað tí, at har vantar isolering, tí at ætlaði flagið ongantíð er lagt á? Ella er tað tí, at varmin hvørvur upp gjøgnum tekjuna í miðjuni, sum ikki er annað enn ein dúkur?
Men hesum fingu tey ikki svar uppá.
Aksel V. Johannessen, løgmaður, miðsavnaði seg um at vísa ákæruna um svarta oljupolitikkin aftur við at svara, at tað jú var upprunaliga ynskið hjá táverandi samgongu – núverandi andstøðu – at skúlin skuldi hitast vil olju.
- Latið okkum heldur fegnast um, at tað kom ein nýggj samgonga til, sum kravdi at fáa eina grøna loysn, so at vit ikki skulu brúka 25.000 litrar av olju til at hita skúlan í alla framtíð, segði løgmaður.
Hetta fekk Kaj Leo Holm Johannessen úr Sambandsflokkinum til at tala at:
- Latið nú vera við at brúka Glasir til politiskt fótatraðk. Latið okkum heldur fáa skúlan lidnan, so okkara unga ættarlið kann koma víðari. Tað ber ikki til at sita her og peika eftir hvør hevur ábyrgdina, vit eiga øll okkara part av ábyrgdini í tí, sum hendir viðvíkjandi Glasir, segði fyrrverandi sambandsløgmaðurin.
Jarðhitin settur til í næsta mánað
Í upprunasvari sínum greiddi Aksel V. Johannessen, løgmaður, frá, at ætlaðu grønu loysnirnar ikki eru heilt klárar til at hita Glasir enn.
Jarðhitaskipanin er ikki sett til, men er um at vera klár nú, upplýsti løgmaður, sum hevur fingið at vita, at hon verður sett til í komandi mánaði.
Umframt jarðhita, skal eisini fjarhiti brúkast til upphitingina, men enn er langt á mál, áðrenn fjarhitarørini eru førd allan vegin út í Marknagil.
Í staðin veitir Fjarhitafelagið hita frá hitamiðstøðini hjá grannanum, Næmingaheitinum. Og henda skipanin verður einans hitað við olju, og sum skilst kemur tangabilur frá oljufelag í Marknagil annan hvønn dag fyri at halda tørn við upphitingini her á hávetri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald