Innanlands

26 sveinar fingu prógv

Serliga var at tvær kvinnur fingu prógv í timburyrkinum

2019-06-03 09:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mikudagin 29. mai fingu 26 sveinar prógv á TSK í el- maskin- og timburfakinum. Tað, sum er so serligt hesaferð er, at tvær kvinnur fingu prógv í timburyrkinum, skrivar Tekniski Skúlin í Klaksvík. Nógv fólk komu til hátíðarløtuna, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, helt røðu.

[object Object]

Maskin
Frá vinstu Bergur Elias Jacobsen, Norðagøta, í læru hjá Mest, Kári Højgaard Joensen, Klaksvík, í læru hjá Pomek, Sofus Johannesen, Toftir, í læru hjá Mest, Dávid Kjeld, Fuglafjørður, í læru hjá Petur Larsen, Hjalmar Tausen, Saltangará, í læru hjá Mekanik, Tóri Tráðará, Fuglafjørður, í læru hjá KJ, Uni Klein, Fuglafjørður, í læru hjá KJ og Daniel Friang Obradovic, Fuglafjørður, í læru hjá KJ.
[object Object]
EL
Frá vinstru Eyðtór á Dalbø Gregersen, Fuglafjørður, í læru hjá JT Electric, Árni Petersen, Klaksvík, í læru hjá El-Service, Jógvan Eli Fagraklett, Norðragøta, í læru hjá Elcon, Ingvar Hansen, Rituvík, í læru hjá Elcon, Jóhannes Skibenæs Nielsen, Skipanes, í læru hjá LM Electric, Ari Højgaard, Fuglafjørður, í læru hjá JT Electric, Meinhard Mikkelsen, Glyvrar, í læru hjá Elektrikarin, Dávur Syderbø, Húsar, í læru hjá RVtøkni og Símin í Norðnastovu, Mikladalur, eisini í læru hjá RVtøkni.
[object Object]
Timbur
Jákup Højgaard, Runavík, í læru hjá Byggivirkinum KBH, Jegvan Øre, Syðrugøta, í læru hjá TN Bygging, Birgir Knudsen, Glyvrar, í læru hjá TN Bygging, Kristian Joensen, Glyvrar, í læru hjá Articon, Høgni Feilberg Pedersen, Skálafirði, í læru hjá Articon, Magnus Petersen, Skála, í læru hjá Articon, Hanna Ramussen, Søldafjørður, í læru hjá Búsetur, Linda Jacobsen, Klaksvík, í læru hjá Hanus Højgaard og Kristian Bjartalíð, Klaksvík, í læru hjá Kanjon.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder