Innanlands

2.600 bilar um dagin ígjøgnum Vágatunnilin í 2019

Samanlagt koyrdu 952.000 bilar millum Vágoynna og Streymoynna farna ár

Vøksturin í ferðsluni í Vágatunnlinum síðani hann opnaði hevur verið sera stórur, og ferðslan í 2019 var nakað størri enn í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vøksturin í ferðsluni í Vágatunnlinum síðani hann opnaði hevur verið sera stórur, og ferðslan í 2019 var nakað størri enn í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-06 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum gjørdist greitt, at ferðslan í Norðoyatunlinum er næstan trífaldað
í mun til fyrsta árið tunnilin var opin - hann lat upp í apríl 2006.

Ferðslan í Vágatunnilin er eisini nógv økt, síðani tunnilin lat upp í desember 2002.

Vágaportalurin skrivar, at í 2003 var talið av akførum 359.000. Tað er beint undir 1.000 akfør um dagin. Heimasíðan samanber tað við ferðsluna tunnlinum Norð um Fjall, sum í dag er størri enn hon í Vágatunnilin tá.

Í september skrivaði tunnil.fo, at dagliga miðalferðslan í Vágatunlinum í september var 2.774. Ferðslan frá januar til september í 2019 var 730.310 akfør, og tað var ein vøkstur á 6,5 prosent í mun til somu tíð 2018. 

Vøksturin helt ikki heilt fram, men í 2019 koyrdu 952.000 bilar gjøgnum Vágatunnilin, og tað eru 2.608 bilar um dagin. 

Ferðslan í 2019 í tunnilin var 2,65 ferðir størri enn í 2003 - 595.000 akfør fleiri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder