
Minst 27 persónar vórðu fluttir á sjúkrahús, eftir at ein bilur klokkan 18 í gjár koyrdi inn í eina stóra mannamúgvu, sum fagnaði fótbóltsfelagnum Liverpool FC, sum hevur vunnið enska meistaraheitið, Premier League, í fótbólti.
Støðan er álvarslig hjá tveimum av teimum innlagdu. Umleið 20 persónar fingu viðgerð á staðnum, og høvdu tí ikki tørv á at verða innløgd á sjúkrahús. Teirra millum vóru fýra børn.
Hetta upplýsti bretska løgreglan á tíðindafundi í gjárkvøldið.
Fleiri av teimum raktu fólkunum vórðu viðgjørd av heilsustarvsfólki á staðnum. Tjøld vórðu sett upp í miðbýnum har viðgerðin kundi fara fram (Mynd: EPA)
Løgreglan sigur, at málið ikki verður viðgjørt sum eitt yvirgangsálop. Talan er um eina einstaka hending. Ein 53 ára gamal hvítur maður av bretskum uppruna úr Liverpool-økinum varð ukm 20 tíðina í gjárkvøldið handtikin í sambandi við hendingina.
Filmsupptøkur av hendingini vísa, at bilurin koyrdi við lágari ferð áðrenn hann støðgaði og bakkaði eitt sindur. Hareftir varð bilurin kringsettur av fleiri persónur, sum byrjaðu at sláa á bilin.
Les eisini: Koyrdi inn í mannamúgvu undir fagnaði av meistaraheiti
Tá valdi bilførarin at traðka á spitaran, og harvið komu fleiri fólk til skaða. Stutt eftir kom løgreglan og gjørdi ring rundan um bilin, skrivar NRK.
Stórur partur av miðbýnum í Liverpool varð stongdur í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Fleiri túsund Liverpool-fjepparar vóru savnaðir á gøtunum í býnum í gjár, fyri at hátíðarhalda Premier League-gullið.
- Okkara tankar eru hjá teimum, sum eru rakt av hesi álvarsligu hendingini, skrivar fótbóltsfelagið í eini fráboðan.
- Myndirnar úr Liverpool eru ræðuligar. Tankar mínir eru hjá øllum teimum, sum hava fingið skaða og teirra nærmastu. Eg vil takka løgreglu og neyðhjálpartænastuni fyri at tey vóru so skjót á staðnum, skrivaði Keir Starmer, forsætisráðharri á X í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald