Innanlands

27 milliónir lupu av í Eysturkommunu

Úrslitið er smáar 14 milliónir hægri enn mett

(Savnsmynd: Eysturkommuna)

(Savnsmynd: Eysturkommuna)

2023-05-26 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Roknskapurin hjá Eysturkommunu fyri 2022 varð góðkendur á býráðsfundinum í gjár. Samlaðu inntøkurnar vóru 127,5 mió. kr. sum er 13,6 mió. kr. hægri enn mett. Rakstrarútreiðslurnar vóru 100,6 mió. kr., og tað er 100 t.kr lægri enn ætlan. 

Sostatt var rakstrarúrslitið 26,9 mió. kr. sum er 13,2 mió. kr. betri enn ætlað.

Árið 2022 var hart rakt av prísvøkstri, men fyri Eysturkommunu er tað gleðiligt at síggja, at raksturin, hóast stóran prísvøkstur, helt sær innanfyri ætlanina. 

Størstu rakstrarútreiðslurnar vóru á “Almanna- og heilsuøkinum” og “Børn og ung”. Til hesi bæði økini vóru brúktar ávikavist 31% og 24% av samlaðu rakstrarútreiðslunum. Her er talan í stóran mun um eldra- og ansingarøkið.

Í 2022 vóru gjørdar íløgur fyri í alt 42,4 mió. kr. Nógvar ymiskar íløgur vórðu gjørdar, men tær størstu vóru hesar:

• Nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv
• Útstykking í Leirvík
• Víðkan av kirkjugarðinum í Leirvík
• Hitaskipan til skúlan og Giljagarð í Leirvík
• Umvæling av svimihylinum

Í alt vóru 36 mió. kr. brúktar til hesar verkætlanir.

Útreiðslurnar til rentustuðul var 1,5 mió.kr, ímeðan rentuútreiðslurnar vóru 700 t.kr, og avdráttirnir  vóru 9,2 mió. kr. 

Nettoskuldin var við árslok 2022 var 43 mió. kr. sum er 39% av eini álíkning.

Fyrr í ár hevur løgtingi samtykt at at umframt inntøkurnar frá persónskatti skulu eisini inntøkuflytingar frá landinum telja við í mun til eina álíkning. Hetta merkir at nettoskuldin við árslok í 2022, eftir nýggja leistinum er 32%. Tað gevur sostatt kommununi møguleika at upptaka lán uppá smáar 100 mió, áðrenn kommunan rakar skuldarmarkið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder