Mentan

27 prosent av øllum skúlanæmingum vóru við

Skúlafótbóltur verður aftur í marghøllini komandi skúlaár

2019-06-12 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Væleydnaða tiltaki við at skipa fyri skúlafótbólti í Marghøllini í Vági, verður uppafturtikið komandi skúlaár.

Í farna mánaði var finalan í Skúlafótbólti. Talan var um eitt tað størsta fótbóltstiltakið í Føroyum nakrantíð, tá 750 børn kappaðust til finaludagin í Marghøllini.

- Tá farið varð undir tiltakið tíðliga á sumri 2018 høvdu vit eina vón um at fáa eini 500-600 næmingar til hetta fyrsta árið. Men nú vit hava gjørt árið upp, kunnu vit staðfesta, at tað hava verið 2.409 leikarar, sum hava luttikið í Skúlafótbólti 2018/2019, skriva stigtakararnir í tíðindaskrivi.

Tilsamans hava tað verið umleið 27 prosent av øllum næmingunum í føroyska fólkaskúlanum til Skúlafótbólt 2018/2019. Fyri summar árgangir, t.d. 5., 6. og 7. flokk, vóru tað fleiri enn 40 prosent av næmingunum, sum vóru við. 25 fólkaskúlar og 5 miðnámsskúlar luttóku í Skúlafótbólti 2018/2019.

Tilsamans 221 lið vóru við, býtt á 69 dreingjalið, 56 gentulið og 96 blandað lið. Hesi liðini spældu tilsamans 596 dystir. Tilsamans blivu 3.448 mál skorað til Skúlafótbólt kappingarárið 2018/2019.

Skúlafótbóltur er eitt av stóru grassroot fótbólts-tiltøkunum í Føroyum, og tiltakið er eisini fyrireikað og skipað av lokalum eldsálum, sum hava brúkt tíð og orku upp á tiltakið.

Nú avgerð er tikin um at endurtaka tiltakið komandi skúlaár, eru fyrireikingarnar nú farnar ígongd, og ínæstum verða skriv send út til fólkaskúlar og miðnámsskúlar um kappingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder