Innanlands

27.027 løntakarar í oktober

Talið av løntakarum er støðugt vaksið seinastu fimm árini

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-01-09 09:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í oktober mánað vóru 27.027 løntakarar í Føroyum. Talið av løntakarum er støðugt vaksið seinastu fimm árini, vísa hagtøl hjá Hagstovu Føroya.

[object Object]Av teimum 27.027 løntakarunum vóru 14.058 mannfólk og 12.969 konufólk. Talið er rættiliga javnt vaksandi millum kynini, tó hómast ein lítil vøkstur í talinum av mannligum løntakarum í mun til kvinnuligum.

[object Object]

Flestu løntakararnir arbeiða innan almennari tænastu. Í hesum høvuðsvinnugreinini vóru 9560 løntakarar í oktober. Næst eru privatu tænastuvinnurnar, har 9001 løntakarar vóru. 4314 løntakarar vóru í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu, meðan 4152 løntakarar vóru í byggivinnuni og aðrari tilvirking.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder