Í februar í ár vóru 27.149 løntakarar. Hetta vísir nýggjastu hagtølini hjá HAgstovu Føroya. Tað eru 852 fleiri enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at støðugi vøksturin í løntakaratalinum heldur fram.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. í dag eru 14.126 mannligir løntakarar, meðan tað eru 13.023 kvinnuligir løntakarar. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu árini. Fyri góðum fimm árum síðani vóru á leið 500 fleiri menn enn kvinnur, sum vóru løntakarar. Í dag er munurin 1.100 millum bæði kynini.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Almennu - og privatu tænastuvinnurnar telja á leið 70% av løntakarunum tilsamans, 15% arbeiða í byggivinnu og aðrari tilvirking og 15% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu.
Størsti løntakarabólkurin er almenna vinnan, har 9629 løntakarar eru. Næst er privata tænastavinnan við 8843 løntakarum. 4410 løntakarar eru í fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu, meðan 4267 løntakarar eru í byggivinnuni og aðrari tilvirkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald