Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at í november vóru løntakararnir 27.165 í Føroyum.
Gongdin hevur verið góð í Føroyum síðani mitt í 2013, og vøkstur hevur verið øll hesi árini.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Sum sæst vóru 14.122 av løntakarunum mannfólk, meðan 13.043 vóru konufólk. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.
Býtt á høvuðsvinnugreinarnar er tað enn innan tað almenna o.ø. tænastum, at teir flestu løntakararnir eru. 9653 løntakarar arbeiða hjá tí almenna. Næst flest arbeiða hjá privatum tænastavinnum, har 8926 løntakarar eru. í fiskivinnuni o.a. ráevnisvinnu vóru 4364 løntakarar í november, meðan 4222 løntakarar vóru í byggivinnuni o.a. tilvirkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald