2019-03-08 13:05
Nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya vísir, at í desember vóru 27.458 løntakarar í Føroyum.
Trendurin er vaksandi, og hevur verið tað síðani juni 2013.
Talið av løntakarum býtt á kynini vísir, at av teimum 27.458 løntakarunum vóru 14.305 mannfólk og 13.153 konufólk.
Flestu løntakararnir starvast innan tað almenna. Hesir eru 9646 í tali. Næst eru privatu tænastuvinnurnar við 9063 løntakarum. Triðja størsta høvuðsvinnugreinin er fiskivinnan og onnur tilfeingisvinna við 4506 løntakarum, meðan 4243 løntakarar eru í byggivinnuni og aðrari tilvirkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald