2025-01-18 10:41
Eftir illveðrið fríggjanáttina hevur løgreglan fingið tilsamans 28 fráboðanir um vindskaðar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Fráboðanirnar komu úr øllum landinum frá klokkan umleið fýra til beint eftir klokkan 13.
Fráboðanirnar snúðu seg m.a. um leysar takplátur, brotnar rútar, og leyst tilfar, sum var farið í vindinum.
Les eisini: Vindskaðar um næstan alt landið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald