Adrenalinið fekk frítt spæl, tá ið skipað varð fyri firmakapping í paintball á Selatrað seinasta leygardag. Hetta var samstundis størsta paintball kapping, sum hevur verið á Skótadeplinum, og sjálvt um kappingarandin var sterkur, so høvdu Hey og Skótadepilin gjørt sítt til, at geva luttakarunum eina góða uppliving.
13 fyritøkur og 15 lið kappaðust í trimum innleiðandi umførðum og einum finalu umfarið. Hóast harða kapping, frá millum annað Reno Vent úr Hósvík, ið luttók við heili trimum liðum, so skuldu í alt 28.000 skot og 329 dráp til, aðrenn tað eydnaðist fyritøkuni Poul Joensen Krana- og Lastbilakoyring úr Fuglafirði, at skjóta seg á ovastu rók, og teir kunnu tí kalla seg paintball meistarar á ársins firmakapping.
Hugnaligu umstøðurnar á deplinum gjørdu, at liðini kundu stytta sær stundir millum dystirnar við m.a. øksakasti og bogaskjóting. Um døguraðtíð var ein steðgur, har bjóðað varð til ein væl grillaðan grís. Tað vóru fólk frá Skótadeplinum, ið stóðu fyri matgerðini, og ikki kann sigast annað, enn at tað var væl fyriskipað og smakkaði avbera væl.
Endamálið við tiltakinum var, at bjóða fyritøkum til ein samansjóvandi og stuttligan dag við eitt sindur av action, og tað vóru fleiri, ið tóku av møguleikanum og nýttu dagin sum eina øðrvísi starvsfólka útferð, sum uttan iva er sera mennandi fyri ein starvsfólkahóp.
Arne Debess frá Skótadeplinum sigur, at tey skipa javnan fyri starvsfólkadøgum og øðrum tiltøkum, men at hetta er avgjørt stórsta firmakappingin av sínum slag.
- Hetta er fyrstuferð vit hava skipað fyri einari kapping við so nógvum liðum. Vit eru sera glað fyri, at tað eydnaðist og alt spældi væl av. Vit fingu samstundis eisini roynt umstøðurnar, tá hugsað verður um størri kappingar, sigur Arne Debess og leggur afturat, at tað var eisini gleðiligt at síggja, at fólk hugnaðu sær og fingu eina góða uppliving.
Frá Skótadepilinum verður annars sagt, at tey hava nógvar bíleggingar gjøgnum summarið, men at enn er pláss fyri fleiri. Harafturat broytist virksemið nakað um summarið, frá at vera mest innandura til at hýsa tiltøkum so sum kano rógving, ’snorkeling’ og annað sum hóskar seg til summarið.
Samstarvið við Hey hevur verið sera gott, og vit eru glað fyri at tiltakið var væleydnað og fyrigekk so ómakaleyst, sigur Arne Debess.
Hey og Skótadepilin á Selatrað samstarva frammanundan um Hey Mánadag, har fólk kunnu spæla paintball fyri hálvan prís hvønn mánadag.
- Hey
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald