2019-09-29 15:30
Í dag, 29. september er altjóða hjartadagur.
Í heimshøpi taka hjartasjúkur hvørt ár lívið av 17,9 mió. fólkum, og væntandi fer hetta talið at økjast upp í 23 mió. áðrenn 2030.
Sambært Hjartafelagnum hevði hetta talið kunnað verið nógv lægri, um vandin við royking, ósunnum mati, ov lítið av rørslu og ovurnýtslu av rúsdrekka varð tikin meira í álvara.
Hjartafelagið vísur á, at smáar lívsstílsbroytingar kunnu gera stóran mun fyri hjartaheilsuna, og í sambandi við altjóða hjartadagin kemur Hjartafelagið við nøkrum góðum ráðum til, hvat ein kann gera fyri at betra um hjartaheilsuna.
Ráð frá Hjartafelagnum:
Heima
- Ger tær til vana at fáa onkran út við tær at ganga regluliga, so betrar tú um egna heilsu og heilsuna hjá hinum.
- Legg teg eftir at gera heilsubetri mat til tín sjálvs og børnini - so betrar tú um heilsuna hjá tykkum øllum.
- Syrg fyri regluliga at fáa blóðtrýst, blóðsukur, kolesterol og BMI kannað - tað lønar seg at kenna síni tøl.
- Legg av at roykja.
- Lær teg fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara.
- Syrg fyri at koma út í dagsljós og fríska luft dagliga.
- Øll rørsla ger mun - dansa meira, flenn meira, gakk meira, arbeið í garðinum - finn tað, sum hóskar best til tín.
Til arbeiðis
- Kanna um tín arbeiðsstaður hevur hjartastartara, og harnæst um hjartastartarin er atkomuligur eisini eftir arbeiðstíð - so ert tú við til at tryggja tínum starvsfelagum og fólki nærhendis møguleika fyri skjótari hjálp, um illa skuldi vilja til.
- Skipa fyri fyrstuhjálparskeiði fyri starvsfelagarnar.
- Hevur tín arbeiðsstaður eina fruktskipan?
- Hvussu fundast tit? Er møguleiki fyri, at fara út og 'spáka og gáka', heldur enn altíð at sita inni?
- Hevur tín arbeiðsstaður ein roykipolitikk? Er møguleiki hjá tínum starvsfelagum at fáa stuðul til at leggja av?
- Hevur tín arbeiðsstaður eina stuðulsskipan til teirra, sum ynskja at íðka ítrótt?
- Arbeiðir tú á skrivstovu? Legg teg eftir ikki at sita allan dagin. Til ber at standa og arbeiða við flestu skriviborð í dag.
- Verð tilvitað/ur um arbeiðstrýst og strongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald