Í dag, týsdagin 16. apríl, hava 29 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv á Tórshavnar Kvøldskúli í føroyskum sum annaðmál. Tað varð hátíðarhildið á hugnaligari samkomu fyrrapartin.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari seinnapartin.
Helena Dam á Neystabø, fulltrúi í barna- og undirvísingarmálaráðnum, helt røðu. Har legði hon dent á týdningin av máli og mentan men eisini búgving og útbúgving, sum er varandi alt lívið.
Helena Dam á Neystabø (Mynd: torshavn.fo)
Føroyskt sum annaðmál er í trimum stigum, og onkur næmingur hevur megnað tað avrik at standa próvtøkurnar á øllum trimum stigum eftir bara hálvum ári, skrivar torshavn.fo
Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og í løtuni er talan um átta flokkar tilsamans. Tríggir eru í Havn, tveir í Sørvági og so eru tríggir móttøkuflokkar. Ein móttøkuflokkur er fyri børn, ein fyri børn úr Ukraina og ein fyri vaksin úr Ukraina. Myndir av teimum, ið fingu prógv í dag, síggjast niðast.
Undirvísarar hava verið Vár Hansen, Jóna Kristin Thomsen og Petra Olsen. Haraftrat hava Bergljót av Skarði, Bernhardina Klein og Petra Gregersen verið avloysarar og hava undirvíst í nakrar tímar, og Heidi Winther Egholm hevur undirvíst ukrainsku móttøkuflokkunum. Tað var Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði prógvini í dag.
Jógvan Sørin Hansen (Mynd: torshavn.fo)
Myndir: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald