Í staðin fyri at njóta summarnæturnar í Esbjerg í 2020 - har ið Arni var og vitjaði Edmund - so brúktu teir báðir so at siga allar teir vaknu tímarnar við at skriva løg.
“Vit hava kent hvønn annan síðani vit vóru tannáringar, men hóast vit báðir hava spælt tónleik hvør í sínum lagi, so hava vit ongantíð áður skriva løg saman,” sigur Edmund Jacobsen.
“Brádliga kendist tað bara heilt nattúrligt at skriva løg. Og áðrenn vit vistu av, vóru eini seks, sjey løg skriva eftir fáum døgum,” leggur Arni Holm Carlsen afturat.
Teirra felats tónleika-verkætlan kallast 2SOME. Stílurin kann kanska best lýsast sum ein blanding af amerikonskum westcoast, tilsett eitt sindur av country, poppi og eitt vet av rokki.
Í fyrru helvt av 2021 gjørdu teir báðir av, at nú skuldi okkurt gevast út. Fyrsta staklagið er “Goodbye”, og er at finna á øllum teimum stóru stroymingartænastunum: https://bit.ly/2some-goodbye
2SOME hava hartil skriva undir promotion-sáttmála við Two Associates Production & Entertainment - í dagligari talu bara nevnt T/A/P/E. Í fyrsta umfarið snýr tað seg um at promovera nýggjasta staklagið - og seinni eisini tey komandi løgini, ið 2SOME hevur ætlanir um at geva út komandi mánaðarnar.
Bólkur: 2SOME
Lag: “Goodbye”
Orð og lag: Arni Holm Carlsen og Edmund Jacobsen
Lagt til rættis: Arni Carlsen, Edmund Jacobsen, Mikkjal Hvannastein & Óli Poulsen
Upptøkurnar vóru gjørdar í Tórshavn, Esbjerg, Klaksvík og Keypmannahavn á heystið 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald