Innanlands

30-40 nýggj grundstykki á Miðhorni

Økið er uml 30.000 fermetrar og liggur óbygt

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-20 18:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Byggistig 2 úti á Klingrutjørn á Argjum verður liðugt um einar fjúrtan dagar, har 45 nýggj grundøki verða byggiklár. Næsta stig at útvega vanlig grundøki til sethús er Miðhorn. Norðasta Horn er hægsti býlingur í landinum, 165 m yvir sjóvarmálanum. Økið niðanfyri Norðasta Horn kallast Miðhorn. 

Talan er um eitt rættiliga stórt øki, sum ikki er skipað enn. Økið er uml 30.000 fermetrar og liggur óbygt millum býlingarnar. At byggja á økið verður við til at binda býlingarnar á Norðasta Horni og millum Horna saman.

Ætlanin er at gera útstykking til sethús á økinum. Kommunan fer nú undir at gera skipanaruppskot at lýsa, hvussu nógv grundstykki rúmast á økinum, og hvussu atkoma, parkering og fríøki skulu skipast. Pláss kann verða fyri millum 30 og 40 grundstykkjum, neyva talið sæst, tá økið er endaliga skipað, skrivar Tórshavnar kommuna.

Almenna byggisamtyktin skal broytast fyri økið, soleiðis at økið verður fevnt av ásetingunum fyri A1 øki. Helst skal serstøk byggisamtykt somuleiðis gerast fyri økið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder