Innanlands

30 ár á kommunuskrivstovuni í Sandavági

Mikudagin var móttøka fyri Albert Thomassen, sum 1. august hevði verið í føstum starvi hjá kommununi í 30 ár

Albert Thomassen, fíggjarleiðari í Vága kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri (Mynd: Vága kommuna)

Albert Thomassen, fíggjarleiðari í Vága kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri (Mynd: Vága kommuna)

2021-08-21 16:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin var móttøka á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu í sambandi við, at Albert Thomassen, fíggjarleiðara í Vága kommunu hevur haft sína føstu gongd á kommunuskrivstovuni í 30 ár.

Tað var 1. august 1991, at Albert Thomassen byrjaði í føstum starvi, í tá Sandavágs kommunu, sum skrivari, og tískil vóru tað 1. august 2021 liðin 30 ár síðan hann fekk sína føst gongd á Hammershaimbsvegi 1 í Sandavági. Fyrstu tíðina var hann einsamallur á skrivstovuni.

Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Albert, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, segði nøkur orð og handaði Albert eina gávu. Millum annað takkaði borgarstjórin Alberti fyri tí góðu ráðgeving og stuðulin í síni tíð sum nýggjur í politikki og í sessinum sum borgarstjóri, skrivar Vága kommuna.

Sjálvur segði Albert eisini nøkur orð. Millum annað greiddi hann frá, at longu í 1981 byrjaði hann at taka sær av bókhaldinum hjá Sandavágs kommunu, so alt í alt eru 40 ár liðin, síðan Albert byrjaði sína yrkiskleið í kommunalum høpi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder