Í gjár var føðingardagur í Býlingshúsinum undir Brúnni í Tórshavn. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, var og vitjaði og heilsaði býlingshúsinum við tí vakrasta útsýninum í býnum, sum hon tók til.
Annika Olsen segði, at koma inn á henda stovnin er fyri henni nærmast sum at koma inn at vitja skyldfólk, so deiliga gamalkent og heimligt.
- Endamálið við virkseminum í Býlingshúsinum var og er er at skapa ein gerandisdag, har vit øll - børn, foreldur og starvsfólk - trívast og mennast.
- Endamálið hevur øll árini verið at skapa eitt gott umhvørvi, har dentur verður lagdur á tryggleika og ymiskleika hjá tí einstaka.
- At trivnaðurin á stovninum er góður sæst eisini av, at nógv av starvsfólkunum hava starvast sera leingi á stovninum. Og trivnaður av slíkum slag plagar at vera prógv um ein vælriknan og góðan stovn.
Langur bíðilisti er til at sleppa á stovnin og í løtuni ansa 17 starvsfólk eftir 63 børnum í Býlingshúsinum.
Les alla røðuna hjá borgarstjóranum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald