Innanlands

30 leiguíbúðir í Klaksvík klárar 1. mai

Leiguprísurin í Biskupstorgi liggur millum 5.600 og 10.900 krónur um mánaðin, og eru íbúðirnar millum 60 og 120 fermetrar í stødd

Biskupstorg (Mynd: KVF)

Biskupstorg (Mynd: KVF)

2019-03-15 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

360 fólk hava fingið tilboð um eina íbúð í Biskupstorgi í Klaksvík og Hvannasundi. Hetta upplýsir Andras Róin, stjóri í Bústøðum fyri Kringvarpinum í dag.

Í Biskupstorgi eru 30 íbúðir, og í Hvannasundi eru tríggjar.

Leiguprísurin í Biskupstorgi liggur millum 5.600 og 10.900 krónur um mánaðin. Bíligastu íbúðirnar eru knappar 60 fermetrar, meðan tær dýrastu eru 120 fermetrar, og hava tær allar egin goymsluhøli og egna terassu. 11 íbúðir hava eitt kamar, 14 hava tvey, og fimm íbúðir hava trý kømur.

Afturat leiguni er eitt aconto gjald fyri hita, sum liggur millum 500 og 1.100 krónur.

Íbúðirnar í Hvannasundi hava allar tvey kømur, og leiguprísurin har er 5.900 krónur umframt gjald fyri orkunýtslu.

Biskupstorg hevur verið leingi ávegis, tí tað eru trý ár síðani byggingin byrjaði. Sambært Bústøðum verður klárt at flyta inn í allar íbúðirnar, bæði í Biskupstorgi og í Hvannasundi, 1. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder