Innanlands

300 metrar langt ferðamannaskip á Havnini

2660 ferðafólk og 1000 starvsfólk eru við 300 metrar langa ferðamannaskipinum Nieuw Statendam, sum liggur á Havnini í dag

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2024-08-18 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrraparturin í havnagøtum hevur í dag borið brá av stóru vitjanini, sum Tórshavnar havn fekk tíðliga í morgun. 

300 metrar langa ferðamannaskipið Nieuw Statendam, við 2660 ferðafólkum umborð og 1000 starvsfólkum legði at klokkan 9 í morgun.

Í sambandi við komuna hjá Nieuw Statendam høvdu fleiri handlar í Havn opið frá klokkan 10.

Skipið fer avstað aftur klokkan 18 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder