2019-01-14 15:00
Tá fólk komu til arbeiðis í matvøruhandlinum Skálin fríggjamorgun varnaðust tey, at innbrot hevði við í handlinum.
Løgreglan sigur, at innbrotið er framt náttina til fríggjadagin. Tjóvarnir hava stolið 3000 krónur og sigarettir úr handlinum.
Sum nú er er eingin undir illgruna í málinum. Løgreglan hevur tikið DNA royndir á staðnum, men nógv fólk ganga inn og út úr handlinum, og tí kann verða torført at finna fram til hvør hevur framt innbrotið á tann hátt, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald