Útoyggjarnar fáa í ár 1,1 milliónir krónur til fígging av ymsum verkætlanum gjøgnum játtanina til útoyggjamenning.
Játtanin í ár er hækkað 300.000 krónur í mun til í fjør.
- Eg upplivi, at alt fleiri fólk fáa eyguni upp fyri ríkidøminum í bygdalívinum. Samstundis sum ynskið um eitt burðardygt lív nærri náttúruni tykist vinna frama. Tað má vera okkara uppgáva í politisku skipanini at virka fyri, at møguleikarnar verða til tess, og er útoyggjastuðulin ein partur av hesum, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í viðmerking á heimasíðuni hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
18 verkætlanir fingu stuðul til útoyggjamenning í fjør. 26 umsóknir vóru. Freistin at søkja í ár er 1. februar. Í fjør vórðu játtanirnar latnar í apríl mánaði.
Av teimum 800.000 krónunum í fjør fór Útoyggjafelagið avstað við størsta partinum, 240.000 krónur. Restin var býtt til 17 verkætlanir, sum fingu millum 10.000 og 60.000 krónur. Hesar oyggjar vórðu stuðlaðar: Fugloy: Tríggjar verkætlanir, tilsamans 70.000 krónur. Svínoy: Fýra verkætlanir, tilsamans 120.000 krónur. Kalsoy: Seks verkætlanir, tilsamans 180.000 krónur. Mykines: 1 verkætlan, 60.000 krónur. Skúvoy: 2 verkætlanir 70.000 krónur. Dímun: 1 verkætlan, 50.000 krónur.
Hestur og Koltur hava eisini møguleika at søkja stuðul frá hesi játtan, men hesar oyggjarnar vóru ikki við í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald