
Alsamt fleiri borgarar í Føroyum hava ikki føroyskt sum móðurmál. Hagtølini siga, at á nýggjárinum vóru fólk úr tilsamans 107 londum í Føroyum, og hetta setir nýggj krøv til undirvísingina í skúlaverkinum.
Mánamorgunin varð eitt stig tikið á leiðini at brynja lærarar í fólka- og miðnámsskúlunum at undirvísa í føroyskum sum øðrummáli í einum føroyskum fleirmæltum samteksti. Umleið 30 lærarar eru farnir undir at taka diplomútbúgving á Føroyamálsdeildini. Útbúgvingin er á master- og bachelorstigi, og undirvíst verður parttíð yvir fimm lestrarhálvur, sum er hálvttriðja ár.
Heitið á útbúgvingini er "Føroyskt sum annaðmál".
Endamálið við útbúgvingini er m.a. at menna fakliga vitan og førleikar hjá teimum lesandi til at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum sum øðrummáli fyri ymsar málbólkar.
Útbúgvingin fevnir um undirvísing við serligum denti á at læra føroyskt sum annaðmál. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi holla fakliga vitan og ástøðiligt innlit í nýggja fakøkið og at geva teimum førleikar í málnámsfrøði, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuna.
Tað er Mentamálaráðið, sum hevur umbiðið útbúgvingina frá Fróðskaparsetrinum. Føroyamálsdeildin og Námsvísindadeildin samstarva um útbúgvingina og undirvísingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald