Innanlands

32 nýggj dagstovnapláss ávegis á Argjahamri

Eftir ætlan verður umbyggingin av Dagstovninum á Hamrinum liðug í summar næsta ár

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-15 18:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tørvurin á dagstovnaplássum er stórur, tí alsamt fleiri børn eru í Tórshavnar kommunu. Eitt øki, sum veksur nógv, er Argir. Tí verður Dagstovnurin á Hamrinum víðkaður soleiðis, at 32 nýggj pláss eru á stovninum, tá ið dagstovnurin í næstum verður bygdur út.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sína.

Talan er um eina nýggja stovu til vøggustovubørn og eina nýggja stovu til barnagarðsbørn. Á stovuni til vøggustovubørn verða 12 pláss, og á stovuni til barnagarðsbørn vera 20 nýggj pláss gjørd.

Arbeiðið at byggja verandi dagstovn á Argjahamri út er boðið út í heildararbeiðstøku.

Sostatt verður verandi dagstovnur bygdur út við tveimum stovum. Byggitíðin er beint undir eitt ár, so eftir ætlan er arbeiðið liðugt á sumri í 2020. Tá er stovnurin umbygdur við umleið 400 fermetrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder