2021-10-02 12:50

Nú eru tilsamans 74.622 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.288 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 36.330 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og fýra fólk hava fingið trý prik.
71,5 prosent av fólkatalinum eru nú koppsett fyri koronu, og 67,8 prosent hava fingið seinnu koppsetingina.
Mikudagin og hósdagin vórðu tilsamans 328 fólk koppsett. 177 fólk fingu fyrra prikið og 151 fingu tað seinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald