Innanlands

35 lærlingar hava fingið sveinaprógv í Klaksvík

Teir hava gingið á á maskin-, timbur- og el-deildini á TSK

2025-06-10 14:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 6. juni kundu 35 lærlingar á maskin-, timbur- og el-deildini á TSK umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina.

Eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði, teori og praksis, kundu teir taka ímóti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum.

Hetta varð heiðrað við røðu frá Monradi Holm Jacobsen, felagssangi og góðum mati, ið næmingarnir á Matvørudeildini á TSK høvdu gjørt.

Nú er bert lærutíðin eftir hjá teimum flestu, og kunnu teir tá trína út í arbeiðslívið sum yrkislærdir handverkarar.

TSK ynskir sveinunum hjartaliga til lukku við prógvunum og blíðan byr.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Tekniski skúlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder